Hondbóltur

Javnleikur í seinna dystinum

Tað endaði 21-21, tá A-landsliðið við kvinnum spældi sín seinna venjingardyst móti Íslandi.

Mynd: HSF

Mynd: HSF

2018-11-25 18:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HSF: Føroyar vunnu trygt við átta málum á íslendska A-landsliðnum í gjár, men í dag gekk meira javnt á.

Føroyska verjuspælið var gott og málverjin, Viviann Petersen, stóð sera væl, men tað haltaði við neyvleika í álopinum.

Kvinnulandsliðið hevur verið á venjingarlegu í Íslandi sum liður í fyrireikingunum til HM-undankappingina, sum er í Zürich í Sveis næsta vikuskiftið. Føroyar eru í bólki við Litava, Finnlandi og Sveis.

Føroyski landsliðshópurin fer aftur til Føroya í morgin, men steðgurin verður stuttur á klettunum. Hósdagin gongur leiðin til Sveis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder