Bestu kvinnuliðini hjá H71 og Kyndli hittust í Hoyvík í kvøld, og tað var spenningur til tað síðsta.
Hóast Turið Arge Samuelsen aftur spælir í grønum eftir at hava spælt í Íslandi eitt skifti, var tað ikki nøkur løtt uppgáva kyndilskvinnur høvdu. H71 lá á odda eini tvey og trý mál stóran part av fyrra hálvleiki, men tá farið var til hálvleiks var javnt 13-13.
Í seinna hálvleiki var Kyndil betri við og lá eisini á odda stóran part av hálvleikinum. Í síðstu minuttunum gjørdust tað rættiliga spennandi, og síðsta minuttin kundi tað farið báðar vegir. Úrslitið gjørdist 26-26.
Maria H. Weyhe gjørdist toppskjútti hjá hoyvíkskvinnum við 11 málum. Og við heili 14 málum gjørdist Marianna G. Eystberg toppskjútti hjá Kyndli.
H71 - Kyndil 26-26 (13-13)
SMS-deildin:
1. VÍF (18 stig)
2. H71 (14 stig)
3. Kyndil (13 stig)
4. Neistin (11 stig)*
5. Stjørnan (7 stig)*
6. StÍF (1 stig)
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald