Hondbóltur

Jens Pauli verður helst tøkur fyrst í 2024

Krossbandið hjá klaksvíkinginum er ikki slitnað. Tað er greitt eftir túr í skannaranum. Bakkurin skal undir skurð fyri meniskin um umleið ein mánaða.

Jens Pauli Poulsen fekk skaða í knæðið í evropeiskum dysti fyrr í mánaðinum. Fyrsta metingin var, at eitt krossband var slitnað, men lyklaspælarin hjá Team Klaksvík hevur fingið góð boð eftir skanning (Mynd: Sverri Egholm)

Jens Pauli Poulsen fekk skaða í knæðið í evropeiskum dysti fyrr í mánaðinum. Fyrsta metingin var, at eitt krossband var slitnað, men lyklaspælarin hjá Team Klaksvík hevur fingið góð boð eftir skanning (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-27 11:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga í seinna hálvleiki í fyrsta dystinum hjá Team Klaksvík í kappingarárinum fór ein lyklaspælari um koll. Tað sá út sum høgra beinið hjá Jens Paula Poulsen fór undan honum, og tað var beinanvegin greitt, at hetta var álvarsamt.

Hetta var í Evropa Cup dysti í Bosnia og Hersegovina, og eftir kanningar og læknameting har var niðurstøðan, at eitt krossband var farið og harvið kappingarárið hjá Jens Paula. Slíkur knæskaði merkir vanliga upp til eitt ár úti, so tað sá harvið einki út hjá klaksvíkinginum, sum veruliga vísti seg fram síðsta kappingarár.

Tað er nú greitt, at hann spælir dystir aftur tíðliga í 2024, um alt gongur sum ætlað. 29-ára gamli bakspælarin hevur sjálvur kunnað okkum um, at hann hevur fingið góð boð. 

Jens Pauli Poulsen hevur fingið eina MR-skanning, ið gevur eitt "tryggari svar" enn fyrstu kanningarnar. Hetta vísir, at tíbetur er einki galið við krossbandinum, men at skurðviðgerð er neyðug.

- Krosbondini og liðbondini eru heil; tó slapp eg ikki heilt snikkaleysur. Eg havi brotið meniskin og skal tí undir skurð. Hetta merkir tó, at eg sleppi at spæla hondbólt aftur, væl fyrr enn væntað

Jens Pauli sigur við Portalin, at hann skal undir skurð um mánaðarskifti oktober-november, og at hann so veruliga kann spæla hondbólt átta vikur eftir skurðviðgerina - um alt gongur um ætlað. Hetta merkir, at høgri bakkurin og miðverjin helst spælir aftur eftir EM-steðgin í januar.

Hetta eru góð boð fyri Jens Paula og Team Klaksvík. Liðið er úti av Evropa Cup og hevur vunnið ein av tveimum dystum í Burn-deildini


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder