Annað

Jersey-politikari roynir at forða fyri at Føroyar sleppa á oyggjaleikir

Ermasundsoyggjar kunnu ikki góðtaka føroyska grindadrápið, og tí eiga Føroyar ikki at sleppa við til leikirnar á Guernsey heldur Lyndon Farnham.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-04-25 12:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska grindadrápið, og serliga springaradrápið, er vorðið ein avbjóðing í sambandi við føroysku luttøkuna á oyggjaleikunum á Guernsey í summar.

Tað er ein tinglimur á Jersey, Lyndon Farnham, ið fyrr hevur verið næstovasti politiski leiðari og ráðharri fyri eitt nú ferðavinnu, ítróttir og mentan, sum enn einaferð roynir at fáa Føroyar boykottaðar til leikirnar, á grannaoynni Guernsey í summar.

Fyri tveimum árum síðani, beint eftir nógv umrødda springaradrápið í Skálafirði, skrivaði hann bræv til álendingin Jörgen Petterson, sum er forseti í altjóða oyggjaleikanevndini, IIGA, við áheitan um at útihýsa Føroyar frá framtíðar oyggjaleikum, orsaka av grinda- og springaradrápunum, sum hann lýsir at vera ‘absolutely disgraceful’ og ‘abhorrent’ – skammilig og andstyggilig.

Jörgen Petterson svaraði jersoyska politikaranum aftur, at IIGA ikki er sinnað at blanda seg upp í politikk.

“Altjóða oyggjaleikanevndin varð stovnað til tess at fremja og eggja til vinalag gjøgnum ítrótt millum ymisk oyggjasamfeløg og geva ítróttamonnum og ítróttakvinnum møguleika at luttaka í altjóða kappingum”, skrivaði formaðurin í IIGA og heitti á States of Jersey um heldur at venda sær beinleiðis til Føroya Landsstýri.

[object Object]

Lyndon Farnham sigur við Jersey Evening Post, at hann als ikki var nøgdur við svarið, og vildi ynskt, at oyggjaleikanevndin tekur málið upp til nýggja umhugsan.

Hann ætlar sær tí aftur at skriva bræv til nevndina og allar limaoyggjarnar.

- Vit skulu gera greitt, at henda ræðuliga siðvenjan ikki er nakað, sum vit kunnu góðtaka her á ermasundsoyggjum, har delfinir av røttum verða viðfarnar sum yndislig og vitug kríatúr. Hóast ítróttir og politikkur stundum umskarast, so skulu ítróttir ikki vera friðskjól hjá gerningsfólki til slíkar illgerðir, sigur Lyndon Farnham við Jersey Evening Post.

Trúði at málið var avgreitt

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, kennir til royndirnar hjá jersoyska politikarunum at fáa Føroyar burturstongdar frá oyggjaleikum. Men hon heldur satt at siga, at tað málið var avgreitt við aftursvarinum hjá Jörgen Petterson, sum hon tekur fult undir við.

Tað harmar ÍSF-forsetan, at ein lokalur politikari, sum ikki er partur av ítróttasamstarvinum annars, nú áhaldandi roynir at leggja fótonglar í vegin, tí ÍSF hevur als ongar trupulleikar við at samstarva við ítróttamyndugleikarnar, hvørki á Guernsey ella Jersey, sigur Elin H. Joensen.

Fyri ÍSF er tað sjálvandi av alstórum týdningi, at onki órógv uppstendur á oyggjaleikunum orsaka av føroyska grindadrápinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder