Jesper Bak verður nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF.
– StÍF og Jesper Bak hava nú gjørt avtalu um samstarv hetta kappingarárárið. Hann fer til verka beinanvegin, boðar felagið frá í tíðindaskrivi.
Jesper verður eisini høvuðsvenjari hjá øllum dreingjaliðunum, og Mads Lindkvist heldur fram sum hjálparvenjari hjá mansliðnum.
Jesper Bak er 38 ára gamal og úr Danmark. Hann hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir sum venjari hjá bæði børnum og vaksnum. Hann var venjari hjá børnum og vaksnum í 11 ár í felagnum Ajax København. Jesper hevur síðan 2022 til fyri stuttari tíð síðan verið høvuðsvenjari hjá mansliðnum og dreingjaliðunum hjá VÍF. Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Jesper hjá StÍF er at menna og kveikja verandi og nýggjar venjarar, skrivar StÍF, sum vegnast um nýggja samstarvið.
– Eg gleði meg at byrja sum venjari í StÍF. Tað eru rættiliga stórir møguleikar og tilfeingi í felganum, og eg gleði meg at vera við til at gera møguleikar til veruleika og at vera við í menningini, sum er í felagnum, sigur Jesper.
– Hjá mansliðnum ræður nú um, eftir turbulenta byrjan, at skapa ró um liðið, og at finna trúnna á, at tingini kunnu eydnast. So skulu vit nokk venda skútuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald