ÍF byrjaði kappingarárið við 6-0 tapi í Klaksvík. Nøkur ivamál hava verið um, hvørt ÍF manglar millum annað ferð á liðnum, í mun til í fjør, og um breiddin er har til tað, ið helst verður eitt hart stríð í niðaru hálvu av stigatalvuni.
Jhon Mena kom til felagið síðsta vetur, og álopskendi kolumbianski spælarin vísti beinanvegin, at hann kundi hótta við sínari ferð, sínari styrki og sínum ídni.
Nummar 9 skoraði ikki so nógv mál, og hetta viðurkennir ÍF, nú felagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við Mena.
- 25 dystir og 4 mál í 2023. Hóast tølini ikki eru millum tey bestu í deildini, gjørdi hann við áhaldni og arbeiðssemi á vøllinum seg til ein týdningarmiklan part av at liðið ikki flutti niður seinasta kappingarár.
Jhon Mena hevur ikki verið í Føroyum í vetur, men nú ein dag fyri at flytingarvindeygað letur aftur, er greitt, at hann aftur skal spæla fyri ÍF. Hetta kann gerast týdningarmikið fyri liðið, sum ust helt sær uppi í fjør, og Aleksandar Jovevic kann millum annað velja at para Mena saman við Uros Stojanov.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald