Annað

Joachim Low verður ikki koyrdur

Fyri fyrstu ferð í søguni megnaði Týskland ikki at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í HM.

Joachim Löw (Mynd: EPA)

Joachim Löw (Mynd: EPA)

2018-06-28 13:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Týskland klára seg met illa til HM í ár. Fyri fyrstu ferð í søguni megnaði Týskland ikki at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í HM. Týskland endaði á aftasta plássi í einum bólki, sum taldi Svøríki, Meksiko og Suðurkorea.

Stutt eftir dystarlok vóru fyrstu røddirnar frammi, sum søgdu, at nú fór týski venjarin, Joachim Löw, at verða koyrdur. Men so verður ikki. Týska fótbóltssambandið gjørdi greitt longu undan dystinum, at tey hava álit á venjaranum, og at hann verður ikki koyrdur.

Sjálvur sigur Joachim Löw at hann nú fór at umhugsa hvat hann skal gera frameftir.

Forsetin í týska fótbóltssambandinum, Reinhard Grindel, sigur, at tey longu undan HM høvdu avgjørt at leingja sáttmálan við Joachim Löw. Grindel sigur, at tey vænta at neyðugt verður við stórum broytingum eftir HM, og at eingin er fer at handfara tær betri enn Joachim Löw.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder