2018-12-11 14:26
Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld fingu í gjár nýggjan venjara, eftir at Jeff Saibene varð koyrdur. Saibene varð koyrdur eftir at felagið hevði spælt níggju dystir uttan sigur.
Í gjárkvøldið varð kunngjørt, at felagið hevur sett 59 ára gamla Uwe Neuhaus sum venjara. Neuhaus hevur skriva undir sáttmála fram til 2020.
Neuhaus hevur verið venjari hjá fleiri týskum liðum síðani 1993. Seinast var hann venjari hjá Dynamo Dresden, sum hann stóð á odda fyri frá 2015 til í august í ár.
Arminia Bielefeld liggur nummar 14 av 18 liðum í næstbestu týsku deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald