Fótbóltur

Jóan Símun og liðfelagirnir í Hamburg í kvøld

Føroyski leikarin í Týskland skal í kvøld royna seg á einum risastórum leikvølli móti stórfelagið.

Jóan Símun hevur hiigartil verið fagnaður fyri mál í báðum sínum dystum í 2. Bundesliga. Í kvøld stendur Hamburg fyri skotum
(Mynd: Bild)

Jóan Símun hevur hiigartil verið fagnaður fyri mál í báðum sínum dystum í 2. Bundesliga. Í kvøld stendur Hamburg fyri skotum (Mynd: Bild)

2018-08-27 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hamburger SV flutti í fjør niður í næstbestu týsku deildina fyri fyrstu ferð nakrantíð. Seinastu áríni hevur fyrrverandi toppliðið úr næststørsta býnum í Týsklandi havt tað trupult, og nú er veruleikin 2.Bundesliga.

Har tapti Hamburg 3-0 fyri Kiel í fyrsta dystinum á heimavølli, men vann vikuna eftir 3-0 á útivølli móti Sandhausen. Hamburg hevur ein heimavøll, Volksparkstadium,  har pláss er fyri 57.000 áskoðarum. 

Felagið hevur vunnið Bundesligaina tríggar ferðir og týsku steypakappingina tríggar ferðir. Í 1977 vann liðið úr Norðurtýsklandi evropesku kappingina fyri steypavinnarar, og seks ár seinni tann heilt stóra heiðurin í evropeisku miestarakappingini(seinni: Champions League)

Í kvøld skal 26-ára gamli toftamaðurin so spæla í stóra býnum og á stóra leikvøllinum. Jóan Símun Edmunsson hevur ikki verið á vøllinum í yvir tvær vikur. Seinast var leygardagin 11.august, tá hann skoraði og legði upp í 2-1 sigrinum á Dynamo Dresden. Hann skoraði eisini til endaliga úrslitið 1-1 í fyrsta umfarið í Heidinheim, so spennndi verður um landsliðsáleyparin megnar at gera ein vørr triðja dystin á rað. Hann sat á bonkinum allar 90 minuttirnar í steypadystinum móti Stendal seinasta vikuskifti.

Hamburg er í favorittleiklutinum í kvøld, men Jóan Símun og liðfelagirnir eru ikki kraftiga undirtippaðir, og kunnu leggja seg á deilt fyrstapláss við einum sigri í kvøld.

Kickoff er klokkan 19.30. Dysturin kann síggjast á Viaplay.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder