Í gjár byrjaði Jóan Símun Edmundsson inni fyri fyrstu ferð í ársins landskapping í Norðurmakedónia, sum byrjaði í agust.
Eftir 23 minuttir hevði 33-ára gamli føroyingurin skorað. Tá legði Jóan Símun heimaliðið á odda.
Málið sæst omanfyri (1.28)
Hann hevur annars ikki fingið nógv mál seinastu árini, men álopskendi spælarin hevur nú fimm mál í seks dystum fyri Shkupi í hesum kappingarárinum. Bert tveir av hesum hevur Jóan Símun byrjað inni - annan í steypakappingini - og í báðum teimum hevur toftamaðurin skorað.
Tað kann verða umráðandi fyri A-landsliðið, at Jóan Símun Edmundsson møtir í Føroyum í oktober við sjálvsáliti. Hann verður heilt víst eitt navn á listanum hjá Håkani Ericson mánadagin, tá liðið til lagnudystirnar móti Armenia og Lettlandi, 10. og 13. oktober, verður kunngjørt.
Seinast Jóan Símun Edmundsson skoraði í landsliðshøpi var fyri tveimum árum síðani móti Turkalandi á Tórsvølli. Nú hevur hann fingið eitt sindur gongd á málskjótingina í Norðurmakedónia (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Dysturin í gjár endaði við javnleiki. Besa 1976 javnaði í 82. minutti, og tað endaði 1-1. Jóan Símun Edmundsson spældi 73 minuttir.
Eftir 7 umfør er Shkupi á 6. plássi í Norðurmakedónia - tólv lið eru í fremstu deildini har. Jóan Símun og teir spæla aftur sunnudagin. Tað er á útivølli móti Rabotnicki, sum er eitt av fremstu liðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald