Fótbóltur

Jóan Símun skoraði í sigri í Regensburg

Toftamaðurin legði Arminia Bielefeld og á odda, og nú er føroyingaliðið í Týsklandi oddalið.

2019-08-24 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arminia Bielefeld hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið í 2. Bundesliga. Eftir dystin í Regnesburg er liðið fyribils oddalið við átta stigum fyri fýra dystir.

Jóan Símun Edmundsson, sum í dag hevði útgangspunkt sum høgri kantur, legði Bielefeld á odda beint fyri hálvleik. Í sigrinum fyri viku síðani á Aue legði Jóan Símun upp, so 28-ára gamli føroyingurin er væl fyri í løtuni, og hetta er eitt gott tekin til komandi landsdystirnar. 

Eins og seinasta vikuskifti vann Bielefeld 3-1. Regensburg javnaði í fyrsta minutti í 2. hálvleiki, men útiliðið svaraði aftur við tveimum málum. Jóan Símun Edmunsson spældi allar 90 minuttirnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder