Arminia Bielefeld hevði í dag møguleikan at leggja seg á odda aftur í næstbestu týsku deildini, tá Greuther Fürth var á vitjan.
Heimaliðið byrjaði tó sera illa, men eftir at tað gjørdist 0-2 miðskeiðis í 1. hálvleiki, svaraði Bielefeld aftur, og Jóan Símun Edmundsson átti sín stóra leiklut.
Fýra minuttir eftir málið varð 28-ára gamli føroyingurin koyrdur um koll í brotsteignum, og Fabian Klos umsetti trygt til mál úr ellivu metrum. Bielefeld jagstraði síðani útjavnandi málið, og beint eftir at ein tími var leiktur, stútaði Jóan Símum eitt innlegg úr høgru væl í málið.
Tað endaði 2-2. Jóan Símun Edmundsson spældi á høgra kanti, og hann varð skiftur út, tá tíggju minuttir restaðu í. Bielefeld er ósigrað við 9 stigum fyri 5 dystir og er í løtuni nummar tvey.
Jóan Símun skoraði eisini seinasta vikuskifti, og hetta boðar frá góðum hjá føroyska A-landsliðnum, ið fyri fyrstu ferð síðani oktober í fjør fær ágóðan av Jóan Símuni í komandi viku. Tá spæla Føroyar móti Svøríki og Spania í EM-undankappingini.
Fótbóltur
Jóan Símun tryggjaði Bielefeld javnleik
Liðið í 2. Bundesliga við toftamanninum á var aftanfyri 2-0, men so vísti Jóan Símun Edmundsson sínar dygdir.
Landsdystirnir móti Svøríki og Spania nærkast, og Jóan Símun Edmundsson er glóðheitur (Mynd: Sverri Egholm)
2019-08-31 17:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald