Fótbóltur

Jóan Símun við til at tryggja KA stórt evropeiskt úrslit

Royndi toftamaðurin skoraði sítt annað evropeiska mál og sítt fyrsta fyri íslendska føroyingafelagið, ið sendi Dundalk út, og nú skal spæla móti Club Brügge (Málið sæst her).

Jóan Símun fagnaður, eftir at hann trygt hevur sett bóltin í írska málið (Mynd: mbl.is)

Jóan Símun fagnaður, eftir at hann trygt hevur sett bóltin í írska málið (Mynd: mbl.is)

2023-08-03 22:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KA Akureyri hevur í kvøld sligið Dundalk út og spælt seg í triðja umfar í Conference League. Hetta varð staðfest við 2-2 javnleiki í Írlandi.

Grundarlagið varð lagt við 3-1 sigri á heimavølli í síðstu viku, men í 14. minutti í dag sló Jóan Símun Edmundsson til og økti um samlaðu leiðsluna. Hetta var eftir langt málspark, ið varð snittað víðari. Toftamaðurin tók eina nerting við bringuni, síðani eina við vinstra lærið, áðrenn hann setti bóltin trygt í netið við vinstra beininum.

Málið sæst her - á fotbolti.net

Hetta var fyrsta málið hjá Jóan Símuni fyri íslendska felagið, sum hann kom til í síðstu viku. Stór løta á tann hátt tí tað eisini er fyrsta málið hjá 32-ára gamla álopskenda spælaranum í evroepiskari liðkapping síðani 2014.  Tá skoraði Jóan Símun fyri HB í Champions League undanumfarið. Landsliðsspælarin hevur roynt nógv á yrkisleiðini men ikki júst í hesum evropeisku kappingunum (CL, CHL og EL)

Jóan Símun Edmundsson spældi ein tíma, fekk eitt gult kort - eins og í fyrsta dystinum - og KA vann samanlagt 5-3. Tað endaði 2-2 í kvøld og gjørdist ongantíð veruliga spennandi. Heimaliðið javnaði ikki til 2-2 fyrrenn í 89. minutti. 

Pætur Petersen hevur verið í KA alt kappingarárið og spældi nógv í fyrra dystinum móti Dundalk. Í kvøld kom skálvíkingurin inn, tá fimm minuttir vóru eftir. 

KA Akureyri skal spæla móti belgiska stórfelagnum Club Brügge í næsta umfari. 

Kelda: mbl.is

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder