Fótbóltur

Jóannes Jakobsen farin í gongd við nýtt venjarastarv

Fyrrverandi hjálparvenjarin á landsliðnum skal fyri fyrstu ferð í langa tíð starvast fyri eitt felag.

Jóannes Jakobsen - her til landsliðsvenjing seinasta heyst (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Jakobsen - her til landsliðsvenjing seinasta heyst (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-09 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í átta ár var hann hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum, og nú er Jóannes Jakobsen farin í gongd við at standa á odda fyri ungdómsarbeiðnum hjá EB/Streymi, har hann eisini skal verða “venjari hjá venjarunum”.  

Hetta kunngjørdi EB/Streymur beint áðrenn vikuskifti, tá sáttmáli varð gjørdur við 58-ára gamla venjaran.

Jóannes hevur verið partur av føroyskum fótbólti tað mesta av sínum lívi. Hann var liðskipari á liðnum sum vann minniliga dystin móti Eysturríki í Landskrona og spældi tilsamans 33 A-landsdystir. Fram til og við november í fjør var Jóannes Jakobsen hjálparvenjari hjá Lars Olsen. 

Hetta er fyrstu ferð, at havnarmaðurin skal royna seg sum høvuðsungdómsvenjari.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder