Eftir landsliðsstegðin byrjar Betrideildin nú aftur við botnbraki á jóansøku. TB tekur ímóti AB, og nógv er uppá spæl á nýggja graslíkinum við Stóra.
AB vann fyri 13 døgum síðani sín fyrsta dyst í Betrideildini í ár. Hetta var í 13. royndini. Sigurin á ÍF ger, at at AB nú er fimm stig frá júst ÍF og eisini hinum uppflytaranum, sum er dagsins mótstøðulið.
Argjamenn skulu vinna í Trongisvági fyri at veruliga fáa samband. Hetta verður tó torført, tí TB hevur spælt fleiri góðar dystir í ár - ikki minst við Stóra. Tað er eisini jóansøku og serstakt huglag har suðuri, og TB tevjar veruliga møguleikan at økja um munin í botnstríðnum.
AB basta ÍF í síðsta dystinum áðrenn landsliðssteðgin (Mynd: Sverri Egholm)
TB er uttan leikbannaða verjuspælaran Musah Armah, og Chris Jastrzembski er givin í felagnum. Hjá AB eru nakrir útlendskir spælarar farnir burturav hópinum seinastu tíðina.
Lagt er upp til tættan og spennandi dyst við Stóra. Hann byrjar klokkan 19 og kann síggjast í Televarpinum fyri eitt gjald. Beinleiðis dagføringar vera á forsíðu okkara, í samstarvi við dystir.fo.
Betrideildin 14. umfar
Leygardagin 24, juni
19.00: TB - AB
Støðan í botninum - øll hesi hava spælr 13 dystir:
7. B68 11 stig
8. ÍF 9 stig
9. TB 9 stig
10. AB 4 stig
Fýra dystir verða spældir í morgin, 25. juni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald