Í fyrstu seks umførunum í ár spældi Heri Hjalt Mohr so at siga spælt allar minuttirnar á høgra bakki. 23 ára gamli leikarin hevur gjørt hetta sannførandi, nú hann er vendur aftur til barndómsfelagið eftir eitt gott kappingarár á Argjum.
Heri Hjalt Mohr hevur verið fastur maður á høgra bakki hjá oddaliðnum. Hann hevur lagt upp til eitt mál (Mynd: Sverri Egholm)
Jógvan Rói Davidsen, ið seinastu tvey árini hevur verið liðformaður hjá HB, gjørdist í venjingardysti móti TB síðst í apríl skaddur - hann breyt trý rivjabein. 28-ára gamli leikarin fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá barndómsfelagnum fyri 11 árum síðani.
Hann spældi tó ein sera lítlan leiklut í meistaraheitunum í 2009 og 2010. Í 2013 og í 2018 var hann tó av álvara við at vinna FM - í 2018 sum liðformaður. Hetta árið varð Jógvan Ròi úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Hann kom ikki á vøllin.
Tað gjørdi Jógvan Rói Davidsen í 3-0 sigrinum á Skála í gjár. Í 62. minutti avloysti hann Hera Hjalt Mohr. Hetta var hansara dystur nummar 200 í Betrideildini. Jógvan Rói hevur skorað trý mál og fingið trý reyð kort í fremstu røð.
Myndir: HB - Skála
Royndi leikarin skal hjálpa HB at halda góðu gongdini. Liðið hevur fult stigatal fyri sjey dystir, og oddaliðið tekur mikukvøldið ímóti føroyameistarnum, ið eru fimm stig aftanfyri.
Jógvan Rói Davidsen hevur leikt 14 evropeiskar dystir fyri HB og vann í fjør Løgmanssteypið á fyrsta sinni.
Tøl: FaroeSoccer
Fótbóltur
Jógvan Rói hevur nú leikt 200 dystir í bestu deildini
Høgri bakkurin hjá HB hevur altíð leikt fyri barndómsfelagið - í gjár kom hann inn til sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum.
Eftir skaða er hann nú aftur og til reiðar at taka kappingina við Hera Hjalt Mohr upp (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
2020-06-14 15:27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald