2023-01-20 14:55
Føroyingurin á danska hondbóltslandsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, leikti í gjár dyst nummar 75 fyri Danmark.
28 ára gamli havnardrongurin leikti sín fyrsta dyst fyri landsliðið tá hann var 21 ára gamal, og síðani hevur hann verið við til at vinna nógv saman við sigursvanda liðnum.
Millum annað tvey HM-gull, OL-silvur og EM-bronsu.
Danmark leikti í gjár 32-32, og Jóhan sum leikti allan dystin á høgra vongi fekk fýra mál.
View this post on Instagram
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald