Hondbóltur

Jóhan á Plógv aftur fingið landsliðsboð

Verður við tá Danmark møtir Montenegro.

Jóhan á Plógv Hansen skal aftur í donsku landsliðstroyggjuna (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen skal aftur í donsku landsliðstroyggjuna (Mynd: EPA)

2019-03-26 13:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyingarnir, sum í apríl fara í Royal Arena á Amager at hyggja, tá føroyska manshondbóltslandsliðið tekur ímóti Ukreina, fáa eisini við sama høvi møguleika at síggja føroyingin, Johan á Plógv Hansen spæla móti Montenegro.

Danski landsliðsvenjarin Nikolaj Jacobsen hevur í dag úttikið hópin, sum skal spæla tveir EM-undankappingardystir móti Montenegro í apríl. Og Johan á Plógv er við.

Tað merkir samstundis, at Hans Lindberg ikki er við. Tá Hans Lindberg gjørdist klárur at spæla aftur beint áðrenn HM-finaluna í januar, mátti føroyski leikarin á danska landsliðnum aftur út á áskoðaraplássini at sita.

Men Hans Lindberg verðir ikki nøkur forðing til dystirnar móti Montenegro, tí hann hevur tikið ein støðg á landsliðnum orsaka av nógvum dystum og smáskaðum, upplýsir Nikolaj Jacobsen í tíðindaskrivi í dag.

Eisini ein annar vongspælari á landsliðnum, Casper U. Mortensen, er skaddur, og íhansarastað kemur Emil Jakobsen úr GOG.

Danski hópurin til teir báðar dystirnar móti Montenegro er hesin: Málverjar:bNiklas Landin (THW Kiel), Jannick Green (Magdeburg). Strikur: Henrik Toft (PSG), Anders Zachariassen (Flensburg-Handewitt), Simon Hald (Flensburg-Handewitt). Vengur: Magnus Landin (THW Kiel), Emil Jakobsen (GOG), Lasse Svan, (Flensburg-Handewitt), Johan Hansen (Bjerringbro-Silkeborg). Bakkar: Mikkel Hansen (PSG), Henrik Møllgaard (Aalborg Håndbold), Jacob Holm (Füchse Berlin), Rasmus Lauge (Flensburg-Handewitt), Mads Mensah (Rhein-Neckar Löwen), Morten Olsen (Hannover-Burgdorf), Nikolaj Øris (Bjerringbro-Silkeborg).

Útselt er til dystirnar í Royal Arena.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder