Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen ársins høgri vongur

Føroyingurin í BSV hevur havt eitt sera gott kappingarár.

Jóhan á Plógv Hansen, her í dyst fyri Danmark móti Montenegro í apríl (Mynd: Sverri Egholm)

Jóhan á Plógv Hansen, her í dyst fyri Danmark móti Montenegro í apríl (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-06 16:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kappingarárið hjá BSV endaði við stórum vónbroti. Liðið varð sligið út av Champions League í play-off dysti hóast sera gott útgnagsstøði frá útidystinum, síðani úr hálvfinaluni í steypakappingini og til seinast tapti Bjerringbro-Silkeborg í triðju DM-hálvfinaluni móti Aalborg. Sum prikkurin yvir i'ið tapti liðið hjá Jóhan á Plógv fyri Skjern í tveimum dystin um bronsuna.

Jóhan hevur persónliga staðið seg ógvuliga væl. 24-ára gamli vongurin hevur verið støðugur, og hann hevur skotið nógv mál. Millum annað gjørdist Jóhan toppskjútti við sjey málum í gjárkvøldið móti Skjern. Føroyingurin var eisini leingi millum ovastu málskjúttarnir í Champions League.

Danski landsliðsleikarin fekk eitt plástur uppá sárið í dag, tá hann varð valdur til besta høgra vong í donsku kappingini. Hetta er ein heiður, ið hevur nógv at siga, tí tað eru spælarar í tveimum teimum bestu deildunum, umframt teir danir ið spæla uttanlanda, sum hava atkvøtt. Harvið er hetta eitt professionelt herklapp.

Í kvøld spæla GOG og Aalborg DM-finalu nummar tvey. Gamla stórfelagið av Fjóni kann við minsta lagi javnleiki á heimavølli í Gudme tryggja sær danska meistaraheiti fyri sjeyndu ferð og fyri fyrstu ferð síðani 2007. Jóhan á Plógv Hansen kann síggja fram til tvei landsdystir: Hann er úttikin til dystin í Ukreina 12. juni og til tann móti Føroyum í Aalborg 16. juni.  


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder