Danski landsliðsvenjarin Nikolaj Jacobsen hevur sent boð eftir Hans Lindberg at spæla við danska liðnum í EM sum byrjaði í Ungarn og Slovakia í gjárkvøldið.
Orsøkin er at føroyingurin á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen er skaddur við slysni, fipurskaða.
Danska hondbóltssambandið skrivar á heimasíðuni, at Jóhan á Plógv Hansen í dystinum í gjár fekk ein skaða og verður ikki tøkur næstu dystirnar.
Danmark vann dystin ímóti Montenegro í gjár 30-21 og spælir aftur í annaðkvøld klokkan 19:30. Tá verður Slovenia mótstøðuliðið. Dysturin sæst á TV2.
27 ára gamli havnarmaðurin skrivaði í fjør undir trý ára sáttmála við týska stórfelagið Flensburg-Handewitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald