Skanderberg AGF endaði á 2. plássi í fremstu donsku deildini síðsta kappingarár og er harvið við í Champions League á fyrsta sinni.
Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen tapti fyrst sum væntað í Barcelona, spældi síðani javnleik á heimavølli móti Dinamo Bucaresti, og í hóskvøldið bragdði móti Montpellier.
Sterka franska liðið vitjaði í Aarhus og byrjaði betri. Men vertirnir ernaðust og vóru á odda 15-13 í steðginum.
Jóhan á Plógv Hansen brendi tvey tey fyrstu skotini eftir steðgin - tað seinna var brotsskast - men í næsta álopinum kom bólturin út aftur til 32-ára gamla havnarmannin, sum var ísakaldur.
Hann skoraði eisini uppá restina av sínum fýra skotum, harav fleiri týðandi seinastu løtuna, sum hildu frástøðuna til fronsku gestirnar.
Sí hæddarpunkt her:
Tað endaði 36-32 í Djurslands Bank Arena og harvið eitt týðandi kapittul skrivað í søguni hjá Skanderborg AGF. Og Jóhan á Plógv Hansen var týðandi í hesum - nummar 26 varð toppskjútti í dystinum við átta málum.
Við sigrinum er SAH á 2. plássinum, sum gevur víðari luttøku. Liðini hittast aftur um eina viku í Montpellier: Vinnur SAH, so stendur ógvuliga væl til í bólkinum.
Gidsel 17 mál - GOG sigraði eisini
Füchse Berlin vann 40-32 á Porto í gjár, har Mathias Gidsel skeyt heili 17 mál. Italiumaðurin Leo Prantner spældi til høgru fyri danska úrmælingin - Hákun West av Teigum hevði frí. Füchse er á 2. plássi í sínum bólki eftir tvey umfør.
Tað er GOG eisini. Danska liðið vann sum væntað í Svøríki. Óli Mittún varð spardur í løtum í Kristianstad, har hann áður av álvara hevur gjørt vart við seg. Kortini skoraði føroyingurin trý mál og legði upp til trý afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald