Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen í HM-bruttohópinum

Føroyski vongurin er ímillum teir 28 leikararnar, ið danski landsliðsvenjarin hevur tikið út.

Jóhan á Plógv Hansen er ímillum teir 28 í bruttohópinum hjá Danmark
(Mynd: DHF)

Jóhan á Plógv Hansen er ímillum teir 28 í bruttohópinum hjá Danmark (Mynd: DHF)

2018-12-10 16:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HM í manshondbólti verður í januar leikt í Danmark og Týsklandi. Danska landsliðið skal royna at betra um úrsliti seinast, har Ungarn sló danir út í áttandapartsfinalunum í Fraklandi.

Fyrr í dag var freistin fyri at senda inn bruttohóparnir, har landsliðsvenjararnir taka út ein fyribils hóp, sum síðani skal skerast niður. Danska hondbóltssambandið skrivar, at endaligi hópurin verður væntandi úttikin í komandi viku. 

Nikolaj Jacobsen hevur millum annð úttikið føroyska Jóhan á Plógv Hansen, ið til  dagligt spælir í Bjerringbro-Silkeborg. Jóhan er uppi ímóti harðari kapping á hongra vongi. Tríggir í bruttohópinum spæla á hesum plássinum, og tveir høgru vengir verða allarhelst verða tiknir út. Hinir báðir eru teir, ið hava umboðað Danmark á plássinum í endaspølum seinastu mongu árini: Hans Lindberg og Lasse Svan Hansen, ið báðir spæla í týskum hondbólti.

24-ára gamli Jóhan á Plógv Hansen hevur umboðað danska A-landsliðið í nøkrum undnakappingardystum og venjingardystum. Hann er nummar fýra á toppskjúttalistanum í Champions League.  

Danski bruttohópurin til HM-endaspælið: 

Málverjar: 
Niklas Landin, THW Kiel
Emil Nielsen, Skjern Håndbold
Jannick Green, SC Magdeburg
Kevin Møller, FC Barcelona

Strikuleikarar:
Alexander Lynggaard, Saint-Raphaël Var
Anders Zachariassen, Flensburg-Handewitt
René Toft Hansen, Veszprem
Henrik Toft Hansen, PSG Paris
Simon Hald, Flensburg-Handewitt

Vengur: 
Magnus Landin, THW Kiel
Casper U. Mortensen, FC Barcelona
Anders Eggert, Skjern Håndbold
Lasse Svan, Flensburg-Handewitt
Hans Lindberg, Füchse Berlin
Johan á Plógv Hansen, Bjerringbro-Silkeborg

Bakspælarar: 
Niclas Kirkeløkke, GOG
Nikolaj Markussen, Bjerringbro-Silkeborg
Rasmus Lauge, Flensburg-Handewitt
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold
Mads Mensah, Rhein-Neckar Löwen
Mikkel Hansen, PSG Paris
Morten Olsen, TSV Hannover-Burgdorf
Michael Damgaard, SC Magdeburg
Lasse Andersson, FC Barcelona
Nikolaj Øris, Bjerringbro-Silkeborg
Jacob Holm, Füchse Berlin
Martin Larsen, PAUC
Lasse Møller, GOG

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder