Hondbóltur

Jóhan á Plógv og BSV spæla fyrru hálvfinaluna í kvøld

Bjerringbro-Silkeborg er á vitjan hjá Aalborg.

Jóhan á Plógv Hansen - her í landsdysti móti Montenegro í Royal Arena (Mynd: Sverri Egholm)

Jóhan á Plógv Hansen - her í landsdysti móti Montenegro í Royal Arena (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-22 16:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein tíma skulu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagirnir royna at taka eitt fet móti DM-finaluni, tá fyrra hálvfinalan hjá liðnum er á skránni.

Mótstøðuliðið er Aalborg, ið sló BSV úr í hálvfinaluni í steypakappingini. Seinast liðini hittust í landskappingini var mitt í februar, tá Bjerringbro-Silkeborg vann 34-33 í Aalborg. Jóhan á Plógv var deildur toppskjútti hjá sínum liðið við seks málum.

Avgerðin fellur sunnudagin, tá liðini spæla seinnu hálvfinaluna í Silkeborg. Hálvfinalan í kvøld verður bríkslað í gongd klokkan 17.30. Hon veðrur leikt í Gigantinum, har landsdysturin millum Føroyar og Danmark í juni verður leiktur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder