Hondbóltur

Jóhan á Plógv skal spæla við Hannover

Nú er greitt at tað verður Hannover-Burgdorf, ið veðrur tað nýggja felagið hjá Jóhan á Plógv Hansen.

Jóhan í dysti fyri danska Landsliðið

Jóhan í dysti fyri danska Landsliðið

2019-09-28 15:45 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Jóhan á Plógv skal nú spæla í heimsins sterkastu hondbóltslandskapping, har hann hevur skriva undir sáttmála við Hannover-Burgdorf

“Eg føli at hetta er rætta tíðspunkti í mínari yrkisleið, at royna okkurt nýtt, og tað hevur altíð verið ein dreymur at spæla í Bundesliguna” sigur Jóhan við TV2 SPORT,

Tað vóru fleiri feløg, ið vísti áhuga fyri Jóhann, har ímillum stórfelagið Kiel, men valið fall á Hannover, har Jóhan metir seg hava góðar møguleikar fyri, at fáa nógva spælitíð. “Eg føli, at har eg eri nú, er spælitíð umráðandi. At koma niður, og royna Bundesliguna, har eg kann fáa nakrar minuttir, og kanska ikki sita so nógv á bonkinum, tað trúgvi eg er nakað, sum gagnar øllum leikarum” sigur Jóhan  við TV2 SPORT. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder