Hondbóltur

Jóhan ársins leikari hjá BSV

Vongleikarin varð valdur til ársins leikara av fjepparunum.

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-05-13 15:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Jóhan á Plógv Hansen, var í gjár kosin til ársins leikara hjá Bjerringbro-Silkeborg av fjepparunum hjá hondbóltsfelagnum. Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðuni.

Føroyski hondbóltssnillingurin hevur higartil skorað 190 mál í 33 dystum.

Umframt eitt gott kappingarár í donskum hondbólti, hevur Jóhan eisini fingið fleiri minuttir á danska landsliðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder