Í stórsigrinum hjá Danmark í Finnlandi í gjár varð tað serliga ein leikari, ið skaraði framúr: Hannover-Burgdorf vongurin Jóhan á Plógv Hansen. Nummar 26 skoraði 11 av teimum 40 málunum hjá Danmark, og tað var við fjølbroytni og á tekniskum høgum støði, ið gjørdi at teir finsku málverjarnir gjørdust í ørviti.
Hetta skrivaði Bent Nygaard, hondbóltsviðmerkjari, í sínari karakterbók.
Jóhan spældi bert eina líla løtu í sigrinum á Sveis í Århus í fyrsta undankappingardystinum hósdagin, men í gjár spældi 26-ára gamli leikarin allan dystin, og hann varð toppskjútti í dystinum. Átta av málunum komu fyri stegðin, tá Jóhan á Plógv skoraði uppá øll síni skot. Emil Jakobsen úr GOG, gamla felagnum hjá Bent Nygaard og landsliðsvenjaranum Nikolaj Jakobsen, skoraði átta mál í dystinum. Hann spældi á hinum vonginum.
- Eg eri glaður og errin. Tað merkir otrúliga nógv at spæla fyri landsliðið. Vit eru nógvir dugnaligir leikarar, so tað fær man ikki altíð møguleika fyri. Eg njóti hvønn minutt, sum eg fái á vøllinum, og tá man so fær møguleikan at spæla 60 minuttir, so er tað framúrskarandi.
Hetta segði Jóhan á Plógv Hansen við TV2 Sport eftir dystin. Høgri vongurin hevur fingið eina sera góða byrjan í Bundesliguni - Danmark spæla aftur í undnakappingini 10. marts 2021 í Norðurmakedónia.
Hondbóltur
Jóhan í hopla í Finnlandi
26-ára gamli vongurin gjørdist toppskjútti í EM-undankappingardystinum hjá Danmark við 11 málum: - Hann gjørdi finsku málverjarnar í ørviti, sigur viðmerkjari.
Hann spældi allar 60 minuttirnar og tók av álvara av
2020-11-08 22:19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald