Eins og til HM fyri einum lítlum ári síðani er Jóhan á Plógv Hansen triðja valið á høgra vongi í danska hópinum. Lasse Svan er fyrstaval, og ein annar veteranur, Hans Lindberg, er nummar tvey í røðini. Júst Lindberg gjørdist skaddur í fyrsta dystinum undir HM tíðliga í hesum árinum, og Jóhan á Plógv kom inn í hópin.
25-ára gamli vongurin fekk eitt HM-gullheiðursmerki, og aftur hesaferð verður Bjerringbro-Silkeborg vongurin tann høgri vongurin, ið er beint uttanfyri hópin. Hetta er greitt, eftir at Nikolaj Jakobsen í vikuni hevur útttikið 19 mans av teimum 28 sum vóru í bruttohópinum.
Teir 19 skulu til Golden League í Fraklandi tíðliga í januar, har tveir venjingardystir eru á skránni, móti Noreg og Fraklandi. Ein skal síðani sáldast frá, tað verður allarhelst ein bakspælari, áðrenn hópurin fer til Svøríkis 10 januar, har EM er á skránni.
Jóhan er ein av teimum seks leikarunum, ið skal venja við í nakrar dagar millum jól og nýggjár, og hann kann verða skiftir inn í hópin, sum er krútsterkur. Danmark má metast at vera ein av stóru faovriuttunum at fara allan vegin í endaspælinum. Á øllum plássum er nógv góðska, hóast strikuleikararnir Henrik Toft Hansen og Simon Hald og vongurin Casper U. Mortensen mangla.
Seks útskiftingar kunnu gerast í hópinum undir endaspælinum.
Danski hópurin:
Málverjar:
Niklas Landin, THW Kiel
Jannick Green, SC Magdeburg
Vengir:
Magnus Landin, THW Kiel
Magnus Bramming, TTH Holstebro
Lasse Svan, Flensburg-Handewitt
Hans Lindberg, Füchse Berlin
Strikur:
René Toft Hansen, S.L. Benfica
Magnus Saugstrup, Aalborg Håndbold
Anders Zachariassen, Flensburg-Handewitt
Bakspælarar:
Niclas Kirkeløkke, Rhein-Neckar Löwen
Mikkel Hansen, PSG Paris
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold
Mads Mensah, Rhein-Neckar Löwen
Rasmus Lauge, Vészprem KC
Morten Olsen, TSV Hannover-Burgdorf
Jacob Holm, Füchse Berlin
Michael Damgaard, SC Magdeburg
Lasse Andersson, FC Barcelona
Nikolaj Øris, Bjerringbro-Silkeborg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald