Hondbóltur

Jóhan og BSV úti av Champions League eftir vánaligan seinna hálvleik

Tað lá til BSV, men danska liðið fall saman eftir steðgin í heimadystinum ímóti Wisla Plock.

Ein óvuliga vónbrotin Jóhan á Plógv eftir dystin, har teir á pólska liðnum kundu fegnast

Ein óvuliga vónbrotin Jóhan á Plógv eftir dystin, har teir á pólska liðnum kundu fegnast

2019-03-03 19:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ein frálíkan útisigur í Póllandi seinasta vikuskifti var Bjerringbro-Silkeborg favorittur at koma víðari til áttandapartsfinaluna í Champions League. Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagirnir vunnu við fýra málum í fyrra dystinum og skuldu í dag gera arbeiði liðugt á heimavølli.

Í 1. hálvleiki gekk uppá stás, og stutt fyri steðgin var 14-10 til BSV. Í hálvleikinum var 15-13, og harvið var munurin samanlagt 6 mál. Harafturat hevði polska liðið fingið tvey reyð kort í 1. hálvleiki.

Hvat varð sagt, í báðum skiftingarúmunum í steðginum er ilt at siga, men tað vóru tvey hamskift lið, ið komu út eftir hálvleikin. Wilsa Plock leikti sera væl, meðan heimaliðið hevði ógvuliga ilt við at skora: tvey mál uppá 18 minuttir og bert fimm mál í hálvleikinum. Tá er tað torført at vinna hondbóltsdystir, og ímóti endanum trekti útiliðið frá samanlangt.

Wisla Plock vann 2. hálvleik 14-5 og dystin 27-20. Polska liðið er harvið til reiðar til 1/8 finaluna í fremstu kappingini í Evropa. Jóhan og liðfelagirnir eru helst ógvuliga vónbrotinir, eftir at teir leiktu tríggjar góðar hálvleikir og høvdu allar møguleikar at koma víðari.

Jóhan á Plógv skoraði tvey mál í dag. Tilsamans kom hann uppá 67 mál í Champions League, og harvið liggur hann í løtuni á 7. plássi á toppskjúttalistanum í kappingini.

Bjerringbro/Silkeborg – Wisla Plock 20-27 (15-13)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder