Hondbóltur

Jóhan og BSV víðari í Champions League

Við málið í seinastu løtu vann Bjerringbro-Silkeborg sín bólk.

Stórur fagnaður eftir at Bjerringbro/Silkeborg tryggjaði sær víðari luttøku í Champions League
(Mynd: EHF)

Stórur fagnaður eftir at Bjerringbro/Silkeborg tryggjaði sær víðari luttøku í Champions League (Mynd: EHF)

2018-12-02 19:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin spældu Jóhan á Plógv Hansen og Bjerringbro-Silkeborg seg víðari í Champions League. Danska toppfelagið hevði tørv á at fáa stig fyri at koma víðari.  Í einum spennandi og tøttum dysti í Jútlandi móti Sporting úr Portugal vann heimaliðið við einum málið.

BSV byrjaði annars illa, men kom innaftur í dystin. Í hálvleikinum var 16-16 og undirhaldið helt fram í 2. hálvleiki. Liðini skiftust at føra; Bjerringbro var ongantíð á odda við meira enn einum málið í dystinum. Heimaliðið fekk tað avgerandi málið, tá tíggju sekund vóru eftir. Høgi bakspælarin Nicolaj Markussen sló til við sínum fimta málið í dystinum.

Tað var góður stemningur í høllini, ið nú rakti nýggjar hæddir. Við sigrinum vinnur Bjerringbro-Silkeborg bólkin, og skal í februar spæla play-off dyst um at koma í átandapartsfinalurnar. Liðið er á 2. plássið í fremstu donsku deildini.

Føroyski høgri vongur, Jóhan á Plógv, skoraði tvey mál í sigrinum í dag. Hann er á triðja plássið á listanum yvir toppskjúttar í Champions League. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder