Hondbóltur

Jóhan og Flensburg aftur í finaluni eftir longda leiktíð

European League-meistararnir í fjør sigraðu í spennandi hálvfinaluni móti Melsungen seinnapartin. Møguliga verður finalan í morgin móti Eliasi á Skipagøtu og Kiel - teirra dystur móti Melsungen byrjar nú klokkan 17.

2025-05-24 16:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flensburg-Handewitt er fyri fimtu ferð í finaluni í European League - tað sum fyrr var EHF Cup.

Hetta er greitt eftir dramatisku hálvfinaluna móti Melsungen í Hamborg seinnapartin. Tað stóð á jøvnum í steðginum, og heldur eingin munur var millum týsku feløgini, tá 60 minuttir vóru farnir (28-28).

Harvið varð neyðugt við longdari leiktíð, og har var Flensburg-Handewitt líka tað stinnari. Kevin Møller spældi ein stóran dyst í málinum, og Lasse Møller avgjørdi hálvfinaluna.

Sí hæddarpunkt omanfyri ella HER

Jóhan á Plógv Hansen skeyt eitt mál uppá trý skot í hálvfinaluni. 31-ára gamli havnarmaðurin var við til at vinna kappingina í fjør.

Fyri at endurvinna skal Flensburg basa Montpellier (Frakland) ella arvafíggindunum úr THW Kiel. Elias Ellefsen á Skipagøtu og teir spæla nú klokkan 17 - dysturin sæst á TV3 Sport og Viaplay.

European League hálvfinalur
Leygardagin 24. mai

MT Melsungen - SG Flensburg-Handewitt 34-35 eftir longda leiktíð (28-28) 
17.00: THW Kiel
 - Montpellier Handball

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder