Stórt Final Four-vikuskifti er í Köln. Hetta verður skipað á líknandi hátt sum til hálvfinalurnar og finalu í Champions League - nú snýr tað seg um DHB steypið.
Final Four í DHB Pokal er á skránni, og tveir føroyskir høgri vengur skulu spæla hálvfinalur í dag.
Annar er 22-ára gamli hoyvíkingurin Hákun West av Teigum, og hin er havnarmaðurin Jóhan á Plógv Hansen. Teirra lið eru í hvør sínari hálvfinalu í týsku steypakappingini.
Klokkan 15.10 bresta tvey tey ovastu liðini í Bundesliguni, Füchse Berlin og Magdeburg, saman í stóru Lanxess leikhøllini. Hetta er ein dystur, har Hans Lindberg allarhelst fer at byrja og spæla størsta partin av, men Hákun kann fáa ein leiklut.
Jóhan á Plógv Hansen er meira royndur í týskum hondbólti, og danski landsliðsvongurin er vanligt fyrstaval hjá Flensburg, sum er ein rímiliga greiður favorittur móti Melsungen. Hesin dysturin byrjar klokkan 18 føroyska tíð.
Lagt er upp til tvær spennandi steypahálvfinalur í Lanxess leikhøllini. TV3 Sport og TV2 MAX vísa hvør sín dyst, og Viaplay vísir báðar.
Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt jagstra, eins og Füchse, steyp í Týsklandi og í European League
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald