Aalborg var omaná í fyrru hálvfinaluni í Gigantinum í kvøld, har Bjerringbro-Silkeborg var á vitjan. Jóhan á Plógv Hansen og teir á útiliðnum skuldu royna at gera so liðið hevði møguleikan at avgera hálvfinaluna í Silkeborg sunnudagin, og hóast hetta ikki eydnaðist, so var trý-máls tapið ein lítil sigur, tá samanumkom.
BSV kom illa frá byrjan, og heimaliðið var á odda við fýra-fimm málum ein góðan part av 1. hálvleiki. Bjerringbro-Silkeborg fekk ikki sítt spæl at koyra, og Jóhan skoraði bert eitt mál av høgra vongi í kvøld. Eina løtu í 2. hálvleiki var munurin heili 10 mál, og harvið hevði Aalborg av álvara avgjørt hendan dystin. BSV fekk tó reist seg væl, og vendi 26-16 til 33-30.
BSV skal nú vinna sunnudagin fyri at tryggja at ein triðja og avgerandi finala verður. Um Aalborg fær javnleik ella vinnur í viksuskiftinum, kunnu Jóhan á Plógv og liðfelagarnir ikki longur vinna DM. Royndi strikuleikarin Jesper Nøddesbo fekk blátt kort fyri at brúka albuan í nærdyst, tá fáir minuttir vóru eftir. Hann er harvið ikki við í dystinum sunnudagin.
22.05: Fyrra hálvfinalan - Gigantium, Aalborg
Aalborg Håndbold - Bjerringbro-Silkeborg 33-30 (19-13)
Hondbóltur
Jóhan og liðfelagarnir hava framvegis møguleika at røkka finaluni
Hetta var ikki heilt kvøldið hjá Jóhan á Plógv og BSV, men tað sá eina løtu nógv verri út, enn tað endaði í fyrru DM-hálvfinaluni.
Mynd: EPA
2019-05-22 20:54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald