Hondbóltur

Jóhan og Skanderborg AGF vunnu fyrstu hálvfinaluna eftir longda leiktíð

Drama í Aarhus, har Óli Mittún og teir vóru á odda 19-15 í steðginum. Jóhan á Plógv Hansen og lið hansara kunnu spæla seg í DM-finalurnar við sigri í Svendborg leygardagin.

Jóhan á Plógv Hansen fegnast um eitt mál í sigrinum í kvøld. Royndi havnarmaðurin á høgra vongi hjá SAH er ein sigur frá at spæla um DM-gull (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

Jóhan á Plógv Hansen fegnast um eitt mál í sigrinum í kvøld. Royndi havnarmaðurin á høgra vongi hjá SAH er ein sigur frá at spæla um DM-gull (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

2026-05-20 22:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað varð stórur spenningur, tá Skanderborg AGF tók ímóti GOG í fyrstu DM-hálvfinaluni millum liðini hjá ávikavist Jóhan á Plógv Hansen og Óla Mittún.

Í fyrra hálvleiki vóru gestirnir av Fjóni omaná, og tað var millum annað vælspælandi Óla Mittún at takka. Ungi hoyvíkingurin skoraði fýra mál og legði upp til flest - fimm í kvøld.

Royndi venjarin og viðmerkjarin, Bent Nyegaard, staðfesti, at ein av lyklunum hjá heimaliðnum í at koma inn í dystin aftur var "at tálma Mittún".

[object Object]
Óli Mittún hevði fleiri góðar løtur í kvøld, men so líðandi fekk heimaliðið betri tamarhald á unga føroyingunum (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

Tað eyndaðist eisini betri, og Skanderborg AGF spældi ein frálíkan 2. hálvleik.

Tað lá til sigurs til Jóhan og teir, men havnarmaðurin fekk seint í dystinu eina útvísing, sum ikki burdi verið dømd. Liðfelagir brendu, og í síðstu sekundunum javnaði Hjalte Lykke til 32-32.

Harvið neyðugt við tvær ferðir fimm minuttir afturat í Djursland Bank leikhøllini. Har gekst ikki so væl hjá Óla Mittún og teimum: Føroyingurin brendi tvey skot - brendi samanlagt fimm í dag - og varð dømdur fyri ein álopsfeil.

GOG tveitti tríggjar bóltar burtur í longdu leiktíðini, har heimaliðið var kaldari og vann við trimum.

Jóhan á Plógv Hansen skoraði tvey mál og legði upp til eitt í 38-35 sigrinum. 

[object Object]
Munurin á gleði á teimum á heimaliðnum...

[object Object]...og á vónbroti hjá Kasper Christensen, venjara hjá GOG (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

Har var størri spenningur enn í hini hálvfinaluni í kvøld: Aalborg vann 40-21 á Mors-Thy. Aalborg er stórfavorittur at endurvinna meistaraheitið. 

Liðini hjá Jóhan og Óla hittast aftur leygarkvøldið í Svendborg. Har skal GOG vinna fyri at hava møguleika at koma í DM-finalurnar. Hesin dysturin byrjar klokkan 17 føroyska tíð, tann 23. mai.

Skipanin er líka sum tann í Føroyum: Man skal vinna tvær hálvfinalur fyri at koma í finalurnar. Spælt verður "best av trimum".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder