Seinastu dagarnar eru 1/8-finalurnar í týsku steypakappingini spældar. Har hava fýra føroyingar spælt.
Tveir spældu móti hvørjum øðrum. Jóhan á Plógv Hansen, sum spældi við danska landsliðnum í síðstu viku, skoraði tvey mál í sigrinum í trygga 33-26 sigrinum hjá Flensburg-Handewitt á Hannover-Burgdorf. Vilhelm Poulsen var effektivur við trimum málum uppá trý skot, men tað hjálpti lítið.
Jóhan á Plógv Hansen skoraði tvær ferðir í sigrinum á Hannover-Burgdorf
Tá hjálpti ta eina málið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu beinleiðis í sigrinum hjá Kiel á meistaraliðnum Magdeburg. Tað endaði í 29-28 í Wunderino høllini í Kiel, og føroyski spælskiparin skoraði eitt mál í spennandi dystinum. Elias átti eisini okkurt upplegg.
Hákun West av Teigum tapti hinvegin við einum máli í Mannheim. 22-ára gamli hoyvíkingurin skoraði annars trý mál - uppá fýra málroyndir. Füchse Berlin var annars á odda við fýra málum í steðginum, men Rhein-Neckar Löwen vann 30-29.
Harvið eru Hákun, Vilhelm og lið teirra úti. Í fjórðingsfinalunum 18. desember spæla Elias á Skipagøtu og Kiel á heimavølli móti Gummersbach - Jóhan á Plógv Hansen og taka ímóti Eisenach.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald