Hondbóltur

Jóhan við í bruttohópinum

Sum væntað er 25-ára gamli føroyingurin ein av trimum vongleikarum, ið hevur møguleikan at koma á vøllin í EM-endaspælinum í januar.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-12-05 13:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann varð skiftur inn í hópin hjá Danmark, eftir at Hans Lindberg gjørdist skaddur í fyrsta HM-dystinum í Royal Arena í. Jóhan á Plógv Hansen spældi í trimum dystum í HM-endaspælinum á heimavølli í januar, og Danmark stóð eftir við gullinum. 

Møguleiki er fyri, at Jóhan kemur við til komandi EM-endaspælið, ið Danmark spældi seg til við at vinna undankappingarbólkin, har millum annað Føroyar vóru við í.

EM verður í komandi mánaði leikt í Eysturríki, Noreg og Svøríki. Danmark er ein av favorittunum at vinna kappingina, og í dag hevur danska hondbóltssambandið kunngjørt navnið á teimum 28, ið Nikolaj Jacobsen hevur valt til bruttohópin. Væntast kann, at 18 av hesum verða tiknir út, tá endaligi hópurin skal vera inni 16. desember, men allir hesir 28 hava møguleikan at kom við sum eyka og at verða skiftir inn í hópin, um tørvur er á tí - sum 25-ára gamli føroyingurin varð seinast.

Jóhan er ein av trimum høgru vongum í bruttohópinum, og hann er í kapping við Lasse Svan, ið allarhelst er trygt fyrstaval, og veteranin Hans Lindberg. Til Golden League var Jóhan á Plógv Hansen ikki við, og møguleiki er fyri, at hann fær sama leiklut sum seinast: Hann verður skiftur inn í hópin, um tørvur er á tí. Jóhan hevur tó spælt meira á landsliðnum enn Lindberg í ár.

Annars ganga nøvnini aftur frá farnu undankapping og endaspæli. Í mun til HM er tveir leikarir ikki við. Simon Hald er tann eini: Strikuleikarin úr Flensborg-Handewitt sleit krossbandið í oktober. Vinstri vongurin Casper U. Mortensen spældi lítið og einki eftir bólkaspæli í HM-endaspælinum vegna skaða, og hann er ikki tøkur til EM orsakað av knænum.

EM-bruttohópurin hjá Danmark: 

Málverjar
Niklas Landin
Emil Nielsen
Jannick Green
Kevin Møller

Vongleikarar:
Magnus Landin
Magnus Bramming
Emil Jakobsen
Lasse Svan
Hans Lindberg
Johan Hansen

Strikur:
Anders Zachariassen
Magnus Saugstrup
René Toft Hansen
Henrik Toft Hansen
Benjamin Jakobsen

Bakspælarar: 
Nicklas Kirkeløkke
Nikolaj Markussen
Rasmus Lauge
Henrik Møllgaard (Verjuleikari)
Mads Mensah Larsen
Mikkel Hansen
Morten Olsen
Michael Damgaard
Lasse Andersson
Nikolaj Øris
Jacob Holm
Martin Larsen
Lasse Møller


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder