Fótbóltur

Jóhann Hansson Joensen til B68

Havnarmaðurin fekk sítt gjøgnumbrot í EB/Streymi, og 22-ára gamli vongurin spældi í fjør 22 dystir fyri 07 Vestur.

B68 hevur í dag kunngjørt sín nýggjasta leikara. Jóhann Hansson Joensen hevur vant við á Svangaskarði í seinastuni (Mynd: B68)

B68 hevur í dag kunngjørt sín nýggjasta leikara. Jóhann Hansson Joensen hevur vant við á Svangaskarði í seinastuni (Mynd: B68)

2024-01-30 13:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B68 hevur í dag kunngjørt nýggjan álopskendan spælara til hópin. Talan er um 22-ára gamla Jóhann Hansson Joensen.

Hann fekk sín fótbóltsuppvøkstur í HB og á fótbóltsakademii í Sønderjyske. Seinastu tannáringaárini var Jóhann í B36, har skjóti ungi maðurin fekk sínar fyrstu dystir í Betrideildini.

Í seinnu hálvu í 2021 var Jóhann Hansson leigaður til EB/Streym, har hann skjótt fekk álit. Á vetri 2022 gjørdist talan um sáttmála millum partarnar, og Jóhann spældi, sambært FaroeSoccer, í øllum dystunum hjá EB/Streymi hetta árið, har tað gekst væl.

[object Object]
Jóhann í U19-landsdysti móti Fraklandi. Hann er skrásettur fyri 13 U-landsdystir fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

Á vetri í fjør skifti vongurin til 07 Vestur. Nakrir skaðar órógvaðu árið hjá Jóhann, ið tó spældi samanlagt 22 dystir fyri liðið, sum endaði nummar fimm í Betrideildini og sum kom í hálvfinaluna í steypakappingini.

Annað finaluliðið var B68, og nú hevur felagið av Svangaskarði fingið fatur á Jóhann Hansson Joensen. Hann hevur vant við B68 í seinastuni, og 22-ára gamli álopskendi spælarin spældi við í venjingardysti móti júst 07 Vestur síðsta vikuskifti.

B68 hevur mist Samba og Dabo, men Brian Jakobsen er komin í hópin, og í síðstu viku varð alment, at Sebastian Lau Nielsen hevur longt. Helst er Jóhann seinasti nýggi spælarin í B68-hópinum. Samanlagt hevur hann spælt 65 dystir og skorað 6 al í Betrideildini. 

Hagtøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder