Í dag hevur Jóhann Hansson Joensen undirskrivað sáttmála við 07 Vestur. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi.
– Tá ið vit í fjør spældu móti EB/streymi, var Jóhann ein støðug hóttan á vonginum. Hann er sera driblisterkur, hevur ferð, og dugir væl at plasera seg. Hann er ein sera búgvin spælari, hóast hann einans er 20 ára gamal.
– Jóhann er uppvaksin í Havn, har hann hevur spælt á ungdómsliðunum hjá B36. Hann hevur spælt nakrar dystir á besta liðnum, og nógvar dystir í 1. deild. Eitt skifti var hann í Danmark og spældi við Sønderjyske. Í fjør byrjaði hann inni allar dystirnar hjá EB/streymi. So talan er um ein sera stabilan leikara, skrivar 07 Vestur.
Jóhann hevur eisini spælt við øllum ungdómslandsliðunum hjá Føroyum – seinast við U21.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald