
Jóhanna Fossdalsá Sørensen hevur longt sáttmálan við svenska toppfelagið BK Häcken í Gøteborg til á sumri 2027.
BK Häcken fegnast um at leingja við hoyvíkskvinnuna, sum hevur havt týðandi leiklut á miðvøllinum. Seinasta kappingarár byrjaði hon inni í 24 av 26 landskappingardystum, og varð skift inn í hinum báðum. í vetur var hon eisini útnevnd ársins talent í Danmark.
19 ára gamla Jóhanna Fossdalsá Sørensen sigur seg vera menta nógv síðan hon kom til Svøríkis.
- Eg eri vorðin betri leikari nú ein stór ábyrgd liggur á mær, og eg megni at avrika undir trýsti. Eg taki skjótari og betri avgerðir við bóltinum, sigur Jóhanna Fossdalsá við heimasíðuna hjá felagnum.
Stórtalentið hevur spælt við donsku ungdómslandsliðnum, og hevur eisini fingið sínar fyrstu minuttir á danska A-landsliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald