Fótbóltur

Jóhanna Fossdalsá Sørensen hevur fingið krossbandsskaða

Evnaríka hoyvíkskvinnan verður tíverri ikki tøk at spæla dystir í umleið eitt ár: Fyrst er tað undir skurð, og so verður talan um langa endurvenjing.

2025-10-01 07:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein av mest evnaríku ungu føroysku fótbóltsspælarunum skal sita uttanfyri og vera undir endurvenjing í langa tíð.

Hetta er greitt, eftir at Jóhanna Fossdalsá Sørensen fekk álvarsaman knæskaða í dysti hjá BK Häcken um vikuskiftið. 19-ára gamla hoyvíkskvinnan fór út seint í fyrra hálvleiki í 5-2 sigrinum hjá Häcken á AIK.

Læknatoymi hjá Göteborg-felagnum hevur nú staðfest, at talan er um ein krossbandsskaða. Sum skilst er tað slitnað.

- Eg var fyrireikað uppá, at hetta kundi vera álvarsamt, men man vónar altíð, at tað ikki er krossbandið. Men er noyðist bara at góðtaka tað og koma aftur sterkari enn áður. Eg vóni, at endurvenjing gongur so skjótt sum gjørligt, og eg ætli at gera tað klókt og rætt, sigur Jóhanna Sørensen við heimasíðuna hjá Häcken.

Seinastu smáu tvey árini hevur Jóhanna Fossdalsá Sørensen verið fastur spælari og profilur hjá Häcken og millum annað verið við at fingið liðið til søguligar Champions League-fjórðingsfinalur. Hon hevur eisini spælt fimm venjingardystir fyri A-landsliðið hjá Damnark og varð í fjør kosin "Ársins Talent" á kvinnusíðuni í Danmark.

Nú steðgar menningin nakað, men um alt gongur sum ætlað verður Jóhanna Sørensen framvegis 20-ára gomul, tá hon av álvara verður aftur á vøllinum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder