- Við fýra kvinnuligum nevndarlimum út av fimm møguligum, so var tað ovurstórur kjansur fyri at ársins skipan av nevnd fór at gerast søgulig og so var eisini.
Soleiðis skrivar B71 á heimasíðu sínari í sambandi við, at starvnevndin í fótbóltsfelagnum á Sandoynni, er skipað av nýggjum.
Fyri kortum var aðalfundur. Har takkaði Karl Vidtfeldt fyri seg eftir drúgva tænastu. Eisini fóru næstformaðurin Hanus Johannessen og Alvi Jespersen úr nevndini. Í teirra stað komu Jóhanna Jancyardóttir, Gerda Bjarkadóttir Magnussen og Bogi Hentze. Nú er greitt, at Jóhanna tekur ovasta sessin.
Sìðan hjá B71 upplýsir, at hon er av Toftum og búsitandi í Húsavík. Jóhanna er fyrsta forkvinna felagsins.
Sólrun Ørvarodd gjørdist næstforkvinna fyri fyrstu ferð, og Anna Krog Hentze heldur fram sum kassameistari.
- At forfólkið er av Toftum, er tó ikki fremmant í B71, tí, sum kunnugt, var sera kendi B71 formaðurin, Ragnar Fossdalsá, sáli, somuleiðis ættaður haðani.Vit gleðast um at kvinnurnar eisini halda seg framat har størstu avgerðir felagsins verða tiknar. Felagið hevur drúgvar og góðar royndir við konufólki í alskyns álitisstørvum, men í starvsnevndini hevur konufólka umboðanin verið í lægra lagið, hóast batnandi hagtøl í seinastuni, skrivar B71.
20-ára gamli Bogi Hentze er nýggjur skrivari í felagnum. Hann hevur sjálvur stóran leiklut á miðvøllinum hjá besta mansliðnum. Bogi er sonur Eli Hentze, sum hevur verið nógv virkin í felagnum og nú er hjálparvenjari á A-landsliðnum við monnum.
Nýggja starvsnevndin er skipað soleiðis:
Jóhanna Jancyardóttir, forkvinna
Sólrun Ørvarodd, næstforkvinna
Anna Krog Hentze, kassameistari
Bogi Hentze, skrivari
Gerda B. Magnussen, nevndarlimur
B71 hevði eitt yvirskot á 150.000 krónur í 2023. Børn og ung í B71 rinda framvegis ikki limagjald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald