Fótbóltur

Jóhannes Hansen farin frá sum formaður í EB/Streymi

Hann tók við í november. Theodor í Búrstovu, sum hevur verið næstformaður, er virkandi formaður - nevndin fer nú at skipa seg av nýggjum.

2025-05-22 10:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mitt inni í kappingarárinum hendir ein eyðstýnd broyting í nevndini hjá EB/Streymi.

Felagið kann í vikuni boða frá, at kann í dag boða frá, at nevndarformaðurin Jóhannes Hansen, hevur valt at trekkja seg úr sínum sessi sum formaður, og samstundis úr nevndini. 

Víkamaðurin og fyrrverandi spælarin kom í nevndina og tók við sum formaður í vetur - áðrenn ársskiftið.

- Vit vilja takka Jóhannes Hansen fyri hansara ágrýtni og góða arbeiði. Hann hevur lagt lunnar undir eina týdningarmikla menning fyri felagið, har góðar strategiskar avgerðir eru tiknar” sigur Theodor í Búrstovu, virkandi formaður.

Theodor í Búrstovu hevur til nú verið næstformaður. Nevndin skal skjótt skipast av nýggjum.

Í nevndini í EB/Streymi sita í løtuni Theodor í Búrstovu, Sarita Vesturdal Vesturtún, Beinta Lisberg og Djóni Eidesgaard.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder