Heimasíðan hjá Frem BK skrivar í dag, at 22-ára gamli føroyingurin John Frederiksen hevur gjørt sáttmála við felagið. Høgi áleyparin skiftir frá føroyameistarunum til liðið úr Valby, sum spælir í triðbestu donsku deildini.
Lasse Holmgaard, venjari hjá Frem, sigur við heimasíðuna, at hann væntar, at John veruliga kann geva teimum nakað í álopinum. Føroyingurin sigur, at hann heldur at felagið er spennandi, og at áskoðarnir kunnu væntað nakað av honum.
John Frederiksen hevur sum ungur spælt í Danmark, men skifti til 07 Vestur í summar í fjør. Eftir 14 dystir og 6 mál skifti hann til HB undan farna kappingarárið. Sambært Faroesoccer spældi John 20 dystir fyri besta liðið og skoraði fýra mál.
Sáttmálin millum Frem og John er galdandi komandi hálva árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald