Talvdysturin mánadagin millum Føroyar og Norðurmakedonia á EM-stevnuni í Montenegro í gjár var serstakur hjá okkum, tí hetta var landsdystur nummar 300 hjá John Rødgaard fyri Føroyar.
Tað er heilt einastandandi. Spurningurin er, um hetta er met. Til annað er prógvað fara vit at siga, at hetta er heimsmet. Vit vita ikki um annan telvara, sum eigur so nógvar talvlandsdystir á baki.
Higartil hevur eingin eftirkannað og váttað, at talvið í gjár var effinett dystur nummar 300 hjá John á føroyska landsliðnum. Men John hevur sjálvur roknað og lagt saman. Og vit taka hann upp á orðið.
Remis móti Spasski í fyrsta landsdystinum
John hevur verið fastur fúsur til hvørja kapping, síðani hann byrjaði á føroyska landsliðnum fyri nærum fjøruti árum síðani. Hansara allarfyrsta talv fyri Føroyar man vera hitt kendasta av teimum øllum. 1. umfar á olympiaduni í Saloniki í 1984 móti Fraklandi – og fyrrverandi russiska heimsmeistaranum Boris Spasski á 1. borði.
Remis! Eitt vegamót í føroyskari talvsøgu.
John hevur telvað á øllum talvolympiadum síðani 1984 við undantaki av 1986 og 2020. Føroyar vóru ikki við í Dubai í 1986, og olympiadan í 2020 varð avlýst vegna korona.
John Rødgaard hevur verið við í ikki færri enn 18 talvolympiadum, trimum EM-stevnum, trimum 8-landakappingum og átta smálandakappingum. Harumframt eru vinardystir móti Íslandi. Man nakar fara at gera honum kynstrið eftir?
Hjartaliga tillukku John!
John Rødgaard er nú 68 ár, men still going strong. Stóra rutinan og teoretiski kunnleikin, og hansara tryggi, internationali stílur kemur framvegis væl við hjá føroyska landsliðnum.
Skrivað hevur: Súni Merkistein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald