- Vit ætla okkum at byggja á góðu úrslitini frá undanfarnu árunum og verða í toppinum. Vit skulu út í Europa og har vilja vit eisini royna at gera ein góðan figur,
Soleiðis sigur John Syderbø í stuttari viðmerking til Norðlýsið, í samband við at hann er settur sum nýggjur venjari hjá mansliðnum hjá Mjølni.
Fyrr í ár vann liðið FM fimta árið á rað. Í steypakappingini var Mjølnir eisini sterkast og vann harvið greipuna. Hetta kappingarárið skal Mjølnir royna at endurtaka og samstundis standa seg væl í Evropa - mótstøðan verður úr Niðurlondum.
Royndi argentinin Christian Imhoff hevur seinastu árini verið leikandi venjari. Lyklaspælarin og dugnaligi spælarin verður tó ikki at síggja í Klaksvík í vetur.
Nýggi venjarin er klaksvíkingurin. Norðlýsið skrivar um hann, at John Syderbø er uppvaksin í Mjølnir, har hann byrjaði at spæla flogbólt sum 12 ára gamal. John kom á besta liðið sum 18 ára gamal. Hann hevur vunnið tvey meistaraheiti fyri Mjølnir og var við til at vinna fyrstu steypafinaluna í Føroyum í ár 2000 við Mjølnir. John hevur harumframt leikt í Danmark við VK74 í Ålborg.
John hevur eisini verið venjari hjá Mjølni fyrr. Tað var tá hann var leikandi venjari í 2002. Hann hevur eisini vant Fleyr menninar í tvey ár, skrivar nordlysid.fo.
Til dagliga starvast John Syderbø eisini sum Vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald