2023-06-07 14:29
- Tað grør um gangandi fót í føroyskum flogbólti. Landsliðini hjá bæði monnum og kvinnum luttaka í hesum døgum í Silver League kappingunum, har kvinnurnar í síðstu viku vunnu ein søguligan sigur, og mennirnir góvu Lettlandi skarpa mótstøðu.
Hetta skrivar Flogbóltssamband Føroya í tíðindaskrivi, í samband við at tað nú er greitt, at greipuvinnararnir hjá bæði kvinnum og monnum skulu royna seg í evropeiskar kapping seinni í ár.
- Sterkastu føroysku feløgini fara nú eisini at luttaka í altjóða kappingum. Í gjárkvøldið boðaði SÍ frá, at teirra kvinnulið verið við í komandi Challenge Cup kapping. Í morgun hevur Mjølnir boðað endaliga frá, at sterka mansliðið hjá teimum, sum nýliga gjørdist føroyameistari fimta árið á rað, eisini verður við í Challenge Cup í heyst.
Les eisini: Kvinnurnar hjá SÍ melda til altjóða CEV-kapping
Hetta verður fyrstu ferð, at føroysk flogbóltslið royna seg í evropeiskum kappingum. Talan er um triðsterkastu kapping hjá CEV - evropeisku flogbóltssamgonguni. 19. juli verður greitt, hvørjum SÍ og Mjølnir skulu royna seg ímóti í Challenge Cup. Dystirnir verða mest sannlíkt í oktober og november - talan er um ein heimadyst og ein útidyst í fyrstu syftu.

Mjølnir hevur sterkan hóp, dugnaligan venjara og hevur seinastu árini veruliga bygt eina vinnaramentan upp aftur kring mansflogbóltin í Klaksvík.
Næsta stigið fyri felagið er nú at taka fyrsta fetið út á altjóða pallin við einum liði, sum er væl samansett av royndum leikarum og ungum evnaríkum talentum, skrivar FBF.
Flogbóltssambandið skrivar til endans, at Mjølnir ætlar at spæla dystirnar á sínum vanliga heimavølli. Sambært Jóhann Lützen, formanni felagsins, er ætlanin at fáa Badmintonhøllina í Klaksvík góðkenda til dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald