SÍ hevur tikið støðu til at melda sterka kvinnuliðið til evropeisku Challenge Cup kappingina. Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt flogbóltsfelag tekur hetta stóra stigið at melda lið til eina evropeiska CEV kapping.
CEV skipar fyri trimum kappingum fyri feløg. Talan er um CEV Champions League, CEV Cup og CEV Challenge Cup.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Champions League er sterkasta kappingin, har meistararnir frá ymisku londunum luttaka, og har sterkastu tjóðirnar sum Italia, Póland, Serbia, Turkaland, Belgia, Frakland og Týskland hava meira enn eitt pláss.
Síðani kemur CEV Cup, sum til 2000 var kapping fyri steypavinnarar. Hetta er kapping fyri lið í sterkastu tjóðum í Evropa, sum ikki luttaka í Champions League.
Triðja lagið er Challenge Cup, har flestu tjóðir hava atgongd, og har meistararnir, sum ikki melda til Champions League, mangan luttaka.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Føroyar hava atgongd til luttøku í Champions League og Challenge Cup, og SÍ tekur nú av møguleikanum og meldar til í Challenge Cup. Lutakast, um hvørjum liði SÍ skal møta, verður 19. juli og leiktir verða ein útidystur og ein heimadystur. Dystirnir verða mest sannlíkt í oktober og november 2023. Samanlagdi vinnarin heldur síðani fram í næsta umfari.
Ongin ivi er um, at fyri føroyskan flogbólt hevur tað sera stóran týdning, at SÍ tekur hetta stigið og slóðar fyri altjóða luttøku fyri føroysku feløgini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald