Fyri einari viku síðani fekk 17 ára gamli miðvallarin, Jón í Horni Nielsen fyrstu minuttirnar í Betri Deildini, og nú hevur hann skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið 07 Vestur.
Ungi sandavágsmaðurin spældi sínar fyrstu dystir í vaksnamannadeild í fjør, har hann fekk átta dystur í 2. deild, og átti hann harvið sín lut í uppflytingini.
Í ár hevur hann spælt nakrar dystir í 1. deild, áðrenn hann fekk fyrsta dystin í Betri Deildini seinasta sunnudag móti B36 í Gundadali. Tá kom hann inn í 73. minutti fyri Ronni Møller-Iversen.
Jón er fyrsti 07 Vestur-leikarin í sínum árgangi, sum hevur spælt við besta liðinum hjá monnum, og tann fyrsti at gera sáttmála við felagið, skrivar 07 Vestur í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald