Annað

Jón Jacobsen vann Horsens Grand Prix

Rakti 135 av 150 dúgvum í kapping í Danmark um vikuskiftið.

2022-05-03 10:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski skjúttin Jón Jacobsen úr veiðifelagnum Byrsumúla vann um vikuskiftið donsku kappingina Horsens Grand Prix í OL-trap.

Skotið varð eftir 150 dúgvum, 75 leygardagin og 75 sunnudagin. Jón skeyt avbera væl, og rakti 135 dúgvur, sum er eitt framúrskarandi úrslit, eisini tá hugsað verður um, at skjótingin í Byrsumúla hevur ligið mestsum still síðan á jóansøku í fjør.

Hetta ber boð um lovandi tíðir, tá nýggja OL-trap skjótibreytin verður liðug seinni í ár, skrivar felagið Byrsumúli.

Hetta er fyrstu ferð, at skjútti úr Føroyum vinnur slíka kapping í Danmark. Tríggir skjúttar úr Byrsumúla luttóku í kappingini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder