Havnar Tennisfelag: Jón Brekku vann í gjár kappingina um føroyameistaraheitið í tennis og kann nú fyri triðu ferð kalla seg FM vinnara í harratennis.
Samstundis var tað FM vinnarin hjá kvinnunum í fjør, Katrin á Neystabø, sum aftur gjørdist gullvinnari í ár, og hon hevur sostatt tvey gullheiðursmerki tilsamans.
Jón Brekku møtti Hjalta Mohr Jacobsen í finaluni, og dystirnir teirra millum plaga at vera rættiliga javnir. So varð eisini hesaferð, men Jón Brekku átti munin og vann í tveimum settum við settúrslitunum 6-4 6-4.
Hjá kvinnunum dystaðust Katrin á Neystabø og Rúna Seyer Eliassen, sum eisini dystaðust í FM finaluni í fjør. Eins og í fjør var tað Katrin á Neystabø, sum stóð sterkari, og hon vann eisini dystin við settúrslitunum 6-1 6-4.
Í B-kappingini hjá kvinnum vann Heidi Kollsker ein sannførandi 6-1 6-0 sigur á Rúnu Jacobsen, meðan B-finalan hjá harranum var ein brøðrauppgerð millum brøðurnar Magnus og Johan í Króki. Her var yngri beiggin kortini stinnari og vann sær reypirættindini við døgurðaborðið 6-4 6-4.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald