Fótbóltur

Jón Petur er nú sloppin at royna seg

Ungi glyvramaðurin spældi sín fyrsta dyst í Betrideildini sunnudagin, tá hann helt málið reint móti ÍF. Jón Petur Thomsen spælir møguliga aftur leygardagin, tí Kristian Joensen er ivasamur.

Jón Petur Martinsson Thomsen saman við formanninum hjá NSÍ, og fyrrverandi málverjanum, Karsteni Joensen. Jón Petur er framvegis bert 18-ára gamal (Mynd: NSÍ)

Jón Petur Martinsson Thomsen saman við formanninum hjá NSÍ, og fyrrverandi málverjanum, Karsteni Joensen. Jón Petur er framvegis bert 18-ára gamal (Mynd: NSÍ)

2024-09-24 19:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hitaði leingi upp í lykladystinum móti í Gundadali fyri níggju døgum síðani. Hetta var tí, at fyrstimálverjin Kristian Joensen fekk ógvusligan stoyt og fekk viðgerð tvær ferðir.

Royndi glyvramaðurin spældi tó allan dystin og hevði stóran leiklut í, at NSÍ fekk javnleik og helt frástøðuna til B36 í evropeiska stríðnum.

Tað varð staðfest nakað eftir, at Kristian Joensen hevði brotin rivjabein, og tískil spældi 31-ára gamli málverjin ikki móti ÍF sunnudagin. Heldur var tað hin høvuðspersónurin í hesari søguni, glyvramaðurin sum er 13 ár yngri enn Kristian.

Jón Petur Martinsson Thomsen hevur í ár spælt á næstbesta liðnum hjá NSÍ. Hann hevur eyðsýnd evni sum málverji og hevur millum annað spælt á øllum ungdómslandsliðunum.

Í fjør og í ár hevur Jón Petur verið eykamálverji hjá besta liði barndómsfelagsins. Hann spældi fýra dystir, meðan Kristian Joensen ikki var tøkur, tá NSÍ var í 1. deild í fjør 

[object Object]
Kristian Joensen varð innkallaður til A-landsliðið herfyri. Nú er hann skaðadarvaður (Mynd: Sverri Egholm)

Kristian var ikki tøkur móti ÍF sunnudagin, tá Jón Petur Thomsen fekk sín fyrsta Betrideildardyst. Tað var ikki tað heilt stóra at gera móti botnliðnum, sum eisini spældi í undirtali meginpartin av dystinum.

Málverjin, sum fyllur 19 ár síðst í september, gjørdi tó sítt og helt málið reint. Í løtuni bendir ymiskt á, at Jón Petur eisini skal spæla leygardagin í Streymnesi.

Tað tekur eina løtu at koma fyri seg eftir brotin rivjabein, og Portalurin fær upplýst, at Kristian Joensen er ivasamur.

Eykamálverji hjá Jón Peturi sunnudagin var klaksvíkingurin Fríð Sigurðsson, sum í 2015-2017 spældi nakrar dystir í Betrideildini fyri KÍ, B68 og ÍF. Símun Rógvi Hansen er málmansvnejari hjá NSÍ og hevur verið eykamálverji til onkran dyst í ár, men lítið bendir á, at sandoyingurin fer í handskarnar aftur nú.

NSÍ er á 4. plássi og hevur fimm stig niður til B36. Harvið er alt í honum hjá Jens Wedeborg og hansara liði, í mun til at í fyrstu syftu seta seg á síðsta evropeiska plássið. B36 kann tó framvegis taka tað frá uppflytarunum við sigri á HB í steypafinaluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder